Minnismerkið verður væl vitjað

Spurningurin bleiv reistur allahalgannadag 2018, hví er einki minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong? Brynhild Næs Petersen, Poulina Abrahamsen og Anne Mette Greve Klemensen settu sær fyri at reisa eitt minnismerkið í miðstaðarlundini í Fuglafirði, og soleiðis varpa ljós á mongu lagnurnar sum søguliga hava verið burturgloymdar

 

Stigtakarar eru Brynhild Næs Petersen, Poulina Abrahamsen og Anne Mette Greve Klemensen. Listakvinna Guðrið Poulsen hevur gjørt minnismerkið

Minnismerkið staðið í Miðstaðarlundini í yvir eitt ár, hesa tíðina hava nógv vitjandi verið, og tað merkja tey í Kunningarstovuni í Fuglafirði.

 

– Fyrstu tíðina eg skuldi práta um tað, fekk eg klump í hálsin og tár í eyguni. Eg dugdi ikki at skilja, hví eg skuldi fáa tað soleiðis, tí eg havi ikki mammu ella ommu sum er deyð í barsilssong, men, hetta kemst helst av, at eg sjálv havi fingið tríggjar keisaraskurðar. Ofta havi eg ein varhuga av um ferðafólkið er sjúkrasystir, ella hevur annað starv í heilsuverkinum, og tá eg fortelji teimum um minnismerkið, gerast hesi serliga glað fyri minnismerkið, sigur Kristina Gry Berg, leiðari í Kunningarstovuni í Fuglafirði. 

 

 

 

Hugskotið at reisa minnismerkið kom allahalgannadag 2018. Anne Mette Greve Clementsen var sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Hon helt røðu til minningarhald teirra sjólátnu. Í røðu síni greiddi hon frá minnisvarðunum yvir sjólátin, men at eingin minnisvarði var yvir mongu kvinnurnar sum eru deyðar í barsilssong.

 

– Eftir minningarhaldið fóru vit í oysandi regni niður í kirkjukjallaran. Nøkur komu at siga eftir, bæði kvinnur og menn, og prátið kom á siðvenjuna við allahalgannadegi, og hví tað ikki er nakað minni yvir kvinnur, sum doyðu í barsilssong. Varð farið eitt ella tvey ættarlið aftur, var hetta nakað sum øll kendu úr sínar familju, tá byrjaði tankin, hví gera vit ikki tað? Og so fóru vit spakuliga í gongd, sigur Brynhild Petersen.

 

Brynhild Petersen, Poulina Abrahamsen og Anne Mette Greve Clementsen skipaðu seg í ein áhugabólk.

 

Ætlanin var frá byrjan, at tær tríggjar skuldu savna peningin, samstarva við LISA, Listasamband Føroya, um tað listarliga, og við Fuglafjarðar kommunu um staðseting. Kommunan skuldi eiga minnismerkið, tá tað var reist. Ætlanin var allatíð at pengarnir skuldu koma úr nærumhvørvinum. 1,6 milliónir blivu samlaðar, og hetta tók 3 ár.

 

– Fleiri spurdu, hví vit ikki fóru til stórar útlendskar grunnar, men tað eydnaðist at fáa pengar úr nærumhvørvinum, og tað eru vit stoltar av.

 

Minnismerkið skal hýsa øllum

 

- Hugskotið kom beinanvegin, tað var næstan eitt sindur ov lætt hugsaði eg, so eg brúkti eitt ár uppá at royna tað. Eg fór nógvar ymiskar leiðir, men kom so aftur til, at hatta var tað, tað kundi ikki vera nakað annað, sigur Guðrið Poulsen, sum hevur gjørt minnismerkið.

 

Minnismerkið, Karyatida, ímyndar eina súlu. Karyatida er grikskt heiti fyri súlur, myndaðar sum kvinnur, hesar súlur eru berandi eitt nú í templum í gamla grikkalandi. Súlan hjá Guðrið Poulsen er tvíbýtt, tí hon ímyndar eisini menninar sum mistu konu sína, og børnini sum mistu mammu sína.

 

- Hetta verkið skal ikki útihýsa helvtina av fólkinum. Ein eldri maður sum hevur mist mammu sína, skal eisini kenna seg knýttan at minnismerkinum. 

 

Guðrið Poulsen hevði arbeitt við minnismerkinum í nakrar mánaðir, tá avgjørt var at tað skuldi vera størri, og tað fegnast hon um.

 

– Tað var frígerandi og rætt. Tá vit fundaðust, tosaði Poulina um minnið um mammuna sum er so risastórt, nógv hægri enn mamma tín var, og tá fleyg minnismerkið upp á 4 og síðani 5 metrar, sigur Guðrið Poulsen.

 

Les longri samrøðu við stigtakararnar til minnismerkið Brynhild Næs Petersen, Poulinu Abrahamsen og Anne Mette Greve Klemensen, listakvinnuna Guðrið Poulsen, og leiðaran á Kunningarstovuni í Fuglafirði, Kristina Gry Berg í Sosialinum 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

 

 

Stigtakarar eru Brynhild Næs Petersen, Poulina Abrahamsen og Anne Mette Greve Klemensen. Listakvinna Guðrið Poulsen hevur gjørt minnismerkið