Eitt flogfar, sum var á veg úr Arlandla í Stokkhólmi til Gran Kanaria í dag, millumlendi í Billund í Danmark.
Orsøkin var, at stýrimaðurin á flogfarinum kendi seg at hava ringa krímsjúku.
- Tað er betri at skifta stýrimannin út í Billund heldur enn, at hann er við allan vegin til Gran Kanaria.
Tað sigur varastjórin í flogfelagnum, Jettime, Birthe Madsen, við Aftonbladet.
Seinkingin á flogferðini úr Svøríki til Gran Kanaria gjørdist tilsamans tveir tímar.
Sambært flogfelagnum kennist krímsjúka nógv verri í stórum hæddum enn annars.
- Tí tóku vit hesa avgerð, sigur varastjórin í Jettime, Birthe Madsen, við Aftonbladet.