Nú er fyrrverandi HB venjari í FCK

Jens Berthel Askou er nú hjálparvenjari í FCK

FCK upplýsir í dag, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Jens Berthel Askou. Fyrrverandi HB venjarin er nú hjálparvenjari hjá Jacob Neestrup, sum er FCK venjari.

 

Í fyrsta umfari er talan um sáttmála fram til summarsteðgin, tá ið tikið verður saman um og avgjørt, um samstarvið skal halda fram.

 

Jens Berthel Askou varð fyrr í hesum mánaðinum sagdur úr starvi í Sparta Prag, har hann var hjálparvenjari. Tipsblaðið endurgevur kekkiskar keldur fyri at siga, at tað ikki gekk so væl hjá Askou, sum hevði ábyrgdina av at venja verjuspælið.

 

Jens Berthel Askou var venjari, tá ið HB í 2020 vann bæði FM og steypakappingina.