Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, tosaði á einari ráðstevnu um fólk og verju í dag, tá hann kom við hesum útsagnum, sum svenska Aftonbladet endurgevur.
Forsætisráðharrin vísti á fleiri dømir um, hví hann heldur, at tað ikki longur er friður í Svøríki, og eitt nú nevndi hann "løgin ting", sum henda í Eystursjónum.
Í Eystursjónum hava verið fleiri kaðalslit seinastu tíðina, og eftir kaðalslitið á Estlink 2 millum Estland og Finnland 1. jóladag, hevur Nato sent skip í Eystursjógvin.
- Svøríki og okkara grannar fara ikki at góðtaka, at hetta heldur fram segði Ulf Kristersson sambært svensku ávísini.
Svenski forsætisráðharrin segði tað ikki vera óhugsandi, at Svøríki fer at økja enn meira um sínar verjuútreiðslur.