Rói og liðfelagarnir taptu greitt í fyrstu fjórðingsfinaluni

Ystad livdi upp til favorittleiklutin hjá sær

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld fyrstu fjórðingsfinaluna móti meistaraskapsfavorittunum, Ystad á útivølli. Ystad vann grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Ystad livdi upp til favorittleiklutin og vann stórsigur 40-30. Hallby var betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var munurin bert tvey mál. Støðan var 18-16 til Ystad í steðginum.

 

Rói skoraði seks mál, og hann var næstbesti málskjúttin hjá Hallby. Rói legði eisini upp til tvey mál (assist). Heimasíðan hjá svenska hondbóltssambandinum hevði Róa sum tann besta leikaran hjá Hallby.

 

Onnur fjórðingsfinalan verður leikt í Jönköping, hóskvøldið klokkan 19.15. Spælt verður best av fimm dystum.