Síðsta heyst flutti Skála niður úr bestu deildini. Nú hevur Skála spælt fimm dystir í næstbestu landskappingini og ein dyst í kappingini um løgmanssteypið. Í hesum dystunum hevur Skála skorað 22 má, og eitt mál er farið ígjøgnum.
Skála vann seg mánakvøldið í fjórðingsfinaluna í steypakappingini við 8-0 heimasigri ímóti TB. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini fer Skála at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Í gjárkvøldið vann Skála landskappingardyst á heimavølli 3-0 ímóti næstbesta liðnum hjá Víkingi, sum annars er millum tey ovastu á talvuni. Málskjúttar vóru Teitur Poulsen í fyrra hálvleiki og í seinna hálvleiki Simon Jørgensen og Martin Johansen, sum mánakvøldið var ferfaldur málskjútti í steypasigrinum ímóti TB.
Skála er stórfavorittur at vinna uppflyting.
Merkisvert er tað, at skálamenn hgartil hava havt tríggjar ymiskar málverjar. Í gjárkvøldið var Suni Ernstsson fyri triðju ferð í ár málverji. Í steypadystinum mánakvøldið var Karstin Hansen málverji, og so vardi gamli miðverjin, 41 ára gamli Arnhold Berg málið, tá ið Skála vann 4-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.