Skaldsøgan 'marta marta' tikin av skrá uttan frágreiðing

Okkurt bendir á, at føroyska stríðið um holocaustdagin er eitt stríð um Gaza og Ísrael. Skaldsøgan Marta Marta hjá Marjuni Syderbø Kjelnes er lutvíst sjálvævisøgulig, tí Marjun høvundurin sjálv var í kibbuts í Ísrael í 1993 og 1994.

Í einum kjaki á Facebook lýsir Marjun Syderbø Kjelnes tilgongdina við nýggju skaldsøgu hennara og holocaustdegnum soleiðis:

 

 

Í oktober 2024 verður 'marta, marta' sett á skránna holocaustdagin 27. januar 2025 (ein stórur heiður), fyrireikingar fara í gongd, men bara 10 dagar innan dagin verður bókin tikin av skránni. 

Útgevarin og eg biðja um frágreiðing, men fáa onga, 3 dagar ganga og vit senda eitt mótmælisskriv til nám, og so kemur knappliga eitt uppskot frá teimum um ein annan samrøðupartnara enn amnesty, vit spyrja, hví tað er neyðugt og fáa onki svar, løtu seinni koma somu boðini, sum vit fingu frammanundan: marta, marta er strikað av skránni. 

Um tað at spyrja hví, merkir at mann tekur seg sjálva av skránni, so eri eg sek. 

Seinni sama dag ringir stjórin til mín og er óður, tí vit hava sent mótmæli um hansara avgerð.

Hann sigur seg onga skyldu hava at kunna okkum um nakað sum helst. Vónandi fáa vit virðiligari móttøku, tá ið fara á fund við hann í komandi viku.

 

 

Les eisini: Føroyskt stríð um Holocaust-dagin