Sjúrður Skaale
At nakrir óuppdrignir ”pro-Palestina” ótangar rópa ókvæmisorð eftir fólki, og stjala og vanvirða eitt flagg, er sín sak.
At ótangarnir leggja síni stóru brøgd út á netið og heingja vandaliseraða flaggið upp á Tinghúsvøllinum, er tað, tað er.
Men at eldri fólk stuðla uppundir, er nakað annað.
Tá Ben Arabo segði tvey kritisk orð um rokið í flaggdagsrøðuni, fleyg Carl Johan Jensen í telduna:
”Hin fámenti skarin í Finsen-garðinum hetta týskvøldið, (…) eru ímyndin ótolsemi vegna ta hunddálking og tað maldýggilsi tey hava fingið oman yvir seg síðan (…) fyri tað eittans at brúka síni borgarligu rættindi…ja, sjáldan munnu so fá hava verið hoyggja til av so mongum, fyri so lítið”.
Nøkur fólk, sum blivu svínað til hetta kvøldið, dittaðu sær at fortelja hvat tey upplivdu. Tað bleiv Carl Johan so illur um, at hann straks eftir kallaði tað ”moralskt streymslit”, ”dalandi samvitsku” og ”feikleika”. Logikkurin hjá honum var, at tað, at fólk átalaðu ótangarnar, merkti, at tey hildu tann ”blóðuga yvirgang, sum eitt tað sterkasta herveldið í heiminum fremur móti einum longu illa fyrikomnum fólki, var fyri minni at rokna enn eitt flagg, onkur ribbaldur nápaði úr auluni í Finsen”.
Altso: Vissi mann sum Carl Johan heldur Ísrael fremja ”yvirgang” í Miðeystri, so er tað í lagi at gera seg inn á onnur fólk við háðan, grovari niðurgerð og stuldri og vandalisering av fløggum.
Áhugaverdur, heimagjørdur moralur. Vissi øll fylgdu hesum, hevði tað blivið eitt øðrvísi samfelag at búð í. Men tann logikkurin hjá Carl Johan er nokk ikki galdandi fyri onnur enn tey, hann er samdur við...
Hvar drívur ein sovorðnan mann? Hví situr hann í London og skrivar soleiðis?
Vit skulu nokk leita aftur til hansara politiska barnaskógvar á tí allar, allar ytsta vinstravonginum, har háloving av harðskapi og kollvelting høvdu botn í einum inniligum hatri móti vesturlendskum virðum. Ikki minst móti teirri læru, sum hesi virði í stóran mun byggja á: kristindóminum.
At lesa tær nógvu viðmerkingarnar hjá Carl Johan um kríggið í Gaza, er sum at lesa eina kommunistiska avís frá 1973. Tær vísa hvussu nógv hann framvegis hatar tað virðisgrudlarlag, sum hansara egna land er bygt á.
Lat okkum leita aftureftir.
Halleluja fyri yvirgangi
Á páskum skrivar hann um “Seinna páskaundrið”: “Hopp, klapp og halleluja / Halgast barnadráp, / Bert vítt um kristni víða, / Vit er sett í skáp. // Tað vit hvør verð má líða, / Vit frelstust frá í gjár. / Hopp, klapp og halleluja / So halgist hetta vár.”
Við hesum álopinum helt hann páskir.
Langa fríggjadag skrivar hann: “At vita longur enn lygn veit orð, / Tað líknast nú mest við andligt hor, / Tí við kross og krist / Krevst nú eittans vist, / At lygn er jøvn við loysnarans orð.”
Nakrar dagar frammanundan yrkir hann m.a.: “So Guð hann nú gali, / Ið gav okkum valið: / Føroyingar sættist við vápn og sor. / Føroyingar sættast við vápn og sor / Sitandi øll við Kristusar borð”.
Í oktober ljóðaði tað: ”Hvat drápvert kann drepast, tað velst, / Hvussu dráp verður miðlað og selst, / Tí má bumba so brandast / Og bíbilskt forstandast, / At helvitið halgast hvar sum helst.” So endar hann við hesi heilsan: ”Havið ein kristiligan sunnudag.”
Tá ein maður spyr hví hann bara skrivar um Ísrael, Carl Johan at víst eru ræðuleikar aðrastaðni enn í Gaza, men munurin er, at: ”Mær kunnugt syngur eingin lov og halleluja í Føroyum fyri líðingunum sakleysur almenningur má tola í øðrum krígs- og yvirgangsherjaðum londum...”.
Grundin til at hann ikki skrivar um onnur kríggj er altso, at tá tað snýr seg um Gaza syngja kristnir føroyingar halleluja fyri líðingunum hjá sakleysum fólki.
Í sambandi við eitt tiltak í Løkshøll skrivar hann eina viku frammanundan: ”Við Skálafjørðin tóku trúgvandi í Føroyum Kristi milda lendaklæði um seg í Løkshøll…dansaðu um vápnakálvin og sungu lov og halleluja fyri áhaldandi hevndardrápum…”
So krýpur tað, ið kristið er...
Ársdagin fyri álopið 7. oktober kundi onkur hildið, at hann segði okkurt um tey, sum blivu slaktað, brend, neyðtikin og tikin til gísla. Men nei. ”Í fyrsta lagi byrjaði stríðið ikki sjeynda oktober í fjör”, sigur hann og leggur afturat: ”Hetta snýr seg meira um hevnd enn um verju...eina hevnd sum lítið fyrilit tekur fyri hvönn hon rakar so leingi tey raktu eru palestinar.”
Fyrsta oktober frættist, at føroyski sendimaðurin í Tel Aviv mátti í bumbuskýli. Carl Johan skrivar í tí sambandi: ”Til friðs er nú frægast at skilja, / At frið má nú helst eingin vilja, / ið kríggj verður signað / Og kraftaverkstignað / Sum kristusar fagrasta lilja”.
Tann sera súmbolska dagin 11. september skrivar hann, at nú ”falla helst kristilig tár í Føroyum”, og ”tað dúgligari biðið fyri fleiri bumbum yvir Gasa”. Henda dagin yrkir skaldið: ”So krýpur tað alt, ið kristið er / og krossins merki í fáfongd ber, / Tí dráp nú Guðs navni, / tann dygdarverksjavni, / sum í deyða sín vinning sær ger.”
Í juni sigur hann, at føroyingar áttu at lært seg at skyna á hvussu tingini hanga saman og síggja tann samansetta veruleikan, tí ”fólkaræðið skal ikki alt vera á útsíðuni og bert duga til at umbera fordómar.”
Hann skrivar ofta um fordómar. Sínar egnu fordómar um kristindóm og kristin fólk og føroyingar sum heild, yrkir hann ikki so nógv um.
Fordómar íkoma altíð av vantandi vitan. Og í øllum sínum vreiðu lesarabrøvum avdúkar Carl Johan eitt púra markleyst óvit um søgu og samtíð. Eins og hansara álop á føroyingar byggja á fordómar, so byggja hansara álop á Ísrael og hansara Hamas-apologi á vantandi vitan og fordómar, so tað rópar til himmals. Maðurin er snøgt sagt líka ignorantur, sum allir ungdómarnir, sum ikki hava lisið eina bók í lívinum, men ganga og rópa eftir ”intifada” í gøtunum í Europa.
Eg haldi, eg fari at venda aftur til tað.
Uppskrift til títt Gaza...
Í apríl legði Carl Johan út eina mynd av blóðugum barnaskóm, og ímyndaði sær, hvat kristnir føroyingar hugsaðu um tað: ”Ikki er hetta nú blóðplettað plast / Og partú eingir skógvar, tað sæst, / Einki avsálað barn, / Einki gudshandaskarn, / Einki at leggja mær sjálvum til last.“ Hann endar við heilsanini: ”…ikki slær frelst eyga falskar mentir…”
Í mars hevði hann eina “UPPSKRIFT TIL TÍTT GASA” – eisini ætlað kristnum føroyingum: ”Og tak nú orðið / Og rør so Guð út í tað / Til náðin gløðir / Og skuggarnir av hinum / gera helviti á jørð”.
11 dagar eftir terrorálopið í ’23 kritiseraði hann Ísrael við hesum orðum: ”Og skjøtta sum minst um blóð, ið fleyt, / Tað er góðamans tala, / Við Guði sum hala, / Tá ið gott og ilt ger somu treyt.”
11. oktober í ’23 drepur Hamas framvegis fólk inni í Ísrael. Jødisku líkini eru ikki kølnað. Blóðið, sum rennur úr teimum, er ikki stadnað.
Carl Johan vendir kortini síni lítlu byrsu móti Ísrael, sum er paralyserað og sjokkerað, men sum uppá fáar dagar fyrireikar seg til kríggið, sum Hamas hevur fyrireikað í næstan 20 ár, og sum Hezbollah nú kemur uppí. Málið hjá Ísraek er at fella Hamas og fría gíslarnar.
Men Carl Johan skrivar: ”Nú svørðini enn aftur sveingjast / og sveinar við stríðsrópum feingjast, / eg billi mær inn, / mítt býttliga skinn, / at vónin brátt eisini kann veingjast.”
Dagin eftir islamistiska álopið, 8. oktober, skrivar hann: ”kennir onkur seg raktan av hesari…var tað meiningin…”. Og so kemur tað: ”Í Várharrasa navni tey vilja, / At vørpini fara at skilja, / hvussu fimta boð ger, / tann forstýraða mer, / at friður skal ongantíð valda.”.
Fimta boð sigur, at ”tú mást ikki sláa í hel”. Tað er ikki so nógvur ivi um, hvør Carlie vil skal kenna seg raktan.
Viðhvørt verður sagt, at tað var svarið hjá Ísrael, sum gjørdi, at landið misti samkensluna frá tí religiøsa, muslimska høgravonginum og tí allar ytsta, politiska vinstravonginum. Men tað passar ikki. Teirra sympati lá aldrin hjá Ísrael; aldrin hjá jødunum. Heldur ikki 7. oktober.
Einki ilt um islamismuna
Tá mann tosar um kristindómin, sum Carl Johan ger, so er tað meira enn stikni. So er tað meira enn vanvirðing.
Og líkasum kærleikin blindar, so blindar hatrið.
Terrorálopið 7. oktober kallaðist Al-Aqsa flóðin. Al Aqsa er tann kenda muslimska moskan í Jerusalem. Myndin var, at tað var islamisman, sum skuldi skola inn yvir Ísrael.
Hamas leiðarar søgdu fleiri ferðir, at hetta var eitt religiøst stríð, og at teir gleðiliga offraðu sítt egna fólk fyri at náa málinum.
Hetta var jihad. Heilagt islamiskt kríggj. Terroristarnir filmaðu sín heilaga gerning. Har sæst, at teir vóru fyltir av gleði meðan teir drupa børn og vaksin og settu eld á hús. Ein sást ovfarakátur høgga høvdið av einum jøda við einum spaka. Allahu Akbar gelti millum húsini meðan teir kidnappaðu kvinnur og menn, oldingar og nýføðingar fyri at føra tey niður í terror-tunnellirnar, sum eru bygdar fyri nakrar av teimum milliardum av dollarum, sum Vesturheimurin hevur latið í stuðli til palestinska fólkið.
Carl Johan má hava hoyrt upptøkuna av samrøðuni hjá dronginum, sum ringir heim til familjuna í Gaza og ovfarakátur fortelur, at hann hevur dripið 10 jødar. Tað er logiskt skilt á tann hátt, at í Gaza hava familjurnar hjá jihadistum fingið peningaliga samsýning frá tí almenna. Soleiðis hava myndugleikarnir viðurkent og eggjað til sjálvmorðsbumbur og onnur álop á jødar. Gøtur eru eisini kallaðar upp eftir teimum ”martyrum”, sum hava dripið flest.
Menniskjaliga er hetta so sjúkt, at mann skilir tað ikki. Men hetta er islamisman. Hetta er islamisman, sum vil strika Ísrael av kortinum, og erstatta tað einasta demokratiið í Miðeystri við dikaturi, við kvinnukúging, við deyðarevsing til samkynd, við jihad.
Men Carl Johan Jensen hevur ikki eitt ilt orð at siga um islamismuna.
Tá hann skrivar um kríggið í Gaza, eru fíggindarnir Ísrael, kristindómurin og kristnir føroyingar í Føroyum. Tað vil siga: flestu føroyingar.
Slíkt sjálvshatur var tað, sum í síni tíð eyðkendi kommunismuna í Vesturheiminum, sum Carl Johan Jensen var partur av.
Blindaður av ideologi
Tað, sum bagir hjá Carl Johan, er, at – eins og í sínum ungdómi – er púra blindaður av eini vandamiklari ideologi. Hann sær ikki veruleikan fyri hesi ideologi.
Men ímyndið tykkum hetta:
Ímyndið tykkum, at Carl Johan sat onkustaðni fyri seg sjálvan, og brádliga hoyrdi kirkjuklokkur. Hann hevði sjálvandi kent vanvirðing í bróstinum. Hann hevði nokk eisini físt og snert. Men hann hevði ikki blivið bangin!
Um tað, hann hoyrdi, hinvegin var onkur, sum veipandi við einum knívi rópti ”ALLAHU AKBAR” – so hevði Carl Johan blivið bangin.
Tá hevði rivað fyri eygunun á honum!
Tá hevði hann merkt, at jihadisman kundi raka hann. Tá hevði hann kent seg sum eitt pinkalítið Ísrael. Tá hevði hann skilt tað, sum hansara fanatiska ideologi forðar honum at skilja.