Skráin til altjóða vinnu-, tøkni- og listaráðstevnuna TONIK er nú tøk á heimasíðuni. Tað verða fleiri enn 40 fyrilestrarhaldarar á trimum pallum, ið verða á tremur við kveikjandi og læruríkum fyrilestrum um eitt nú leiðslu, marknaðarføring, nýskapan, vitlíki, havtøkni, KT trygd, burðardygd, gaming, list og íløgur.
Sí skránna og fyrilestrahaldarnar á: https://www.tonik.fo/schedule
Skráin verður leypandi dagførd komandi dagarnar.
Umframt fyrilestrar verða fleiri tónleika innsløg, listarligar upplivingar, og onnur smærri forvitnislig tiltøk á ráðstevnuni.
Áhugin fyri TONIK er sera stórur, bæði í Føroyum og uttanlands. Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka og væntandi verða um 700 fólk, sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, myndugleikar, fíggjarstovnar og íleggjarar.
Hetta er triðja árið at skipað verður fyri stórslignu og festival líknandi ráðstevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár.
Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025. Ráðstevnan verður í Silo í Sjóvinnuhúsinum næsta fríggjadag 9. Mai. Les meira á www.tonik.fo
##med2##
##med3##