Sambært Skráseting Føroya, so er Súni Schwartz Jacobsen farin frá sum stjóri í Grannskoðaravirkinum Numo. Tað kunngjørdi Skráseting Føroya í gjár.
Súni Schwartz Jacobsen hevur verið stjóri í grannskoaravirkinum síðani 3. september í 2018.
Sambært Skráseting Føroya eigur Súni Schwartz Jacobsen 22,22 prosent av felagnum gjøgnum felag sítt HT4 Sp/f 22,22.
Súni Schwartz Jacobsen var grannskoðari í grannskoðaravirkinum Spekt fram til 3. mars í 2006, tá hann gjørdist stjóri í Føroya Banka, tá Janus Petersen var forstjóri.
Har var hann til 29. mars í 2011. 30. mai hetta árið tók hann við sum stjóri í Betri Banka. Í 2013 gjørdist hann eisini stjóri í Betri samtakinum. 20. juli í 2017 fór hann úr starvi hjá Betri samtakinum og Betri Banka.
Frá 3. september í 2018 til í gjár var hann stjóri í grannskoðaravikinu Numo.