Tað er ein dreymur at sleppa til Hong Kong

– Tá tú ert ungur, lærir tú best, og lærdómur vigar einki í kuffertinum. Og so ber altíð til at fara heim aftur, um tú ikki trívist í nýggja landinum

Tað sigur Markus Helgi Fossá­dal í samrøðu í Lestrarblaðnum, sum er í Sosialinum hesaferð.

Hann er 22 ára gamal og lesur bachelor í International Shipping and Trade á Copen­ hagen Business School (CBS) í Keypmannahavn, har hann út­ búgvir seg innan farmavinnu og handilsskap. Sum liður í útbúgv­ ingi er tað krav, at næmingarnir skulu uttanlands í eitt lestrar­ hálvár. Hóast møguleiki er fyri at taka lestrarhálvárið í Evropa, valdi Markus at allan vegin til Hong Kong at lesa.

Áðrenn Markus Helgi Fossádal fór undir hægri lesnað, var hann í læru sum speditør hjá Faroe Ship. Tað var har, áhugin hjá honum fyri Hong Kong kom av fyrstan tíð, og tí var valið ikki torført, tá hann skuldi velja, hvar hann skuldi fara sum skiftisnæmingur.

– Eg valdi Hong Kong, tí tá eg var í læru hjá Faroe Ship, flutti eg ofta vøru til stórar havnir uttanlands og til dømis til Hong Kong ­ bæði flogvegis og sjóvegis. Hong Kong er ein tann stórsti handils­ og flutningsmiðdepilin í heiminum. Í Hong Kong og Singapore eru tær størstu havn­ irnar fyri vøru, sum skal umskip­ ast til smærri skip og so flytast til smærri havnir runt víða um í Asia. Hong Kong verður harum­ framt brúkt dagliga sum dømi til fyrilestrarnar á CBS. So tað er eitt dreymastað hjá mær at koma til, sigur Markus.

Lesið samrøðuna við hann í Lestrarblaðnum, sum er í Sosialinum hesaferð.

Í blaðnum kanst tú eisini lesa:

 

  • Um Sirið Stengberg, sum staðfestir, at føroyski báturin átti at fingið endurreisn
  • Um borgarstjóran í Skálavík, sum sigur, at bygdin er fyri eini rættiligari kollvelting
  • Um ellisakfarið í Sosialinum hesa vikuna, sum er ein Rolls Royce Silver Cloud frá 1970