Til minnis um mín elskaða bróður, Jákup Weihe

Góði Jakku. 23. apríl var tín fjørður rógvin. Eg eigi ikki longur mín elsta beiggja her á foldum.

Kæri bróðir. Tú bar stillisliga vitanina um tína heilsustøðu seinasta tíðina. Tú vildi ikki órógva nakran. Soleiðis var tú. Tú ynskti onki hóvastasták av tær.

 

Tú var nakað serligt. Tú var vitandi, visti um alt. Og tað serliga forvitni, tú átti, gjørdi, at tú var áhugaður í øllum, bæði tí, sum hendi her á landi og runt í heiminum. Tað var ikki tað evni, tú ikki visti um. Harafturat var tað so nógv, tú dugdi at fáast við. Frá bókhaldi til dekkskift og alt har ímillum. Tú hevði eisini fólkaeydnu, øll kendi seg væl saman við tær.

 

Sum 14 ára gamal fór tú til skips og seinni bleivst tú skipsførari. Sjólívið gjørdist tín lívsleið, til tú á eldri árum fór upp á land og virkaði í og frá snotuliga heimi tínum á Selatrað við urtagarðinum, sum tú elskaði.

 

Góði Jakku. Saknurin er so stórur og tungur. At vita sær, at eg ongantíð fari at hoyra rødd tína aftur her. Ongantíð aftur at tosa í telefon við teg. Vit tosaðu um alt møguligt og ikki minst hundar, sum vit bæði vóru so góð við. Vit tosaðu um Snar, Joker, Lukas, Freyu, Erik og Hannibal. Tú gloymdi tey ongantíð. Og so vart tú barnagenta hjá Sjarif seinastu árini.

 

Tú fylgdi við fuglalívinum í havanum og rundan um. Í hesum døgum, nú dagarnir leingjast og lombini spæla sær í bønum, tað var nakað, sum frøddi títt hjarta. Náttúran er vaknað av nýggjum, nú tú segði farvæl og fór heim.

 

Mín kæri Jakku. Eg fari at sakna matstovu og café vitjanir okkara. Ofta, tá tú hevði ørindi í Havn, beyð tú mær út at eta. Tað var nakað, okkum báðum dámdi. Á sum tað vóru hugnaligar løtur. Ofta segði tú mær søgur frá tíni longu lívsleið á heimsins høvum. Tú hevði upplivað so nógv.

 

Góði Jakku. Eg fari eisini at sakna allar tínar stuttligu viðmerkingar. Ongin dugdi sum tú at raka seymin á høvdið. Og vónandi fara hesi skemtiligu minnini sum tíðin líður at turka tárini.

 

Góði bróðir. Saknurin hjá konu og børnum er tungur. Tómrúmið eftir teg er stórt. 82 ár ljóðar kanska gamalt í oyrunum á summum, men tú var ikki gamal. Tú fylti nógv, har tú var. Uppá tann góða mátan. Ein so serstøk menniskja. Harrin troysti øll tíni kæru.

 

Góði Jakku. Nú ert tú heima hjá Harranum. Heima, har okkara góðu foreldur eru. Loystur frá øllum trega og jarðarinnar bondum.

 

Góði bróðir, hvíl í friði.

 

 

 

Simona