Ukraina er aftur á dagsskránni í París í dag

Tíðindastovan AFP veit at siga, at talan er um 31 ríkisleiðarar, sum í dag umrøða russisku krígsførsluna í Ukraina

Aftur í dag eru fleiri ríkisleiðarar í franska høvuðsstaðnum, París, har kríggið í Ukraina enn einaferð er á dagsskránni.

 

Tað veit norska kringvarpið - NRK - at siga í morgun.

 

Tíðindastovan AFP skrivar, at talan er um 31 ríkisleiðarar, og millum hesar eru eitt nú norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre.

 

NRK veit at siga, at norski forsætisráðharrin fer at hitta tíðindafólk í dag klokkan 13.30, lokala tíð.

 

Serliga nógv fundarvirksemi hevur verið í Evropa um russisku krígsførsluna í Ukraina, síðan Donald Trump tók við forsetaembætinum í USA.