Uttan Andrias tapti Wisla Plock á heimavølli

Tað er soltið við spælitíð til Andrias Edmundsson fyri tíðina

Mánadagin slapp Andrias Edmundsson ikki framat, tá lið hansara, Wisla Plock spældi dyst á heimavølli í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Synd at siga, at Wisla Plock stóð seg væl, tí talan gjørdist um eitt 2-3 (1-2) tap fyri Pruszkow, hóast Wisla Plock var stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum.

 

Wisla Plock er triðfremst í deildini við 54 stigum nú fýra umfør eru eftir at leika. Wiska Plock hevur átta stig upp til Termalica á øðrum plássinum, so møguleikarnir fyri beinleiðis uppflyting eru smáir. Liðini sum enda á plássunum millum trý og seks spæla dystir um uppflyting.

 

Andrias hevur bara verið á vøllinum í 27 minuttir seinastu tríggjar dystirnar.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 spælir Wisla Plock dyst á útivølli móti Wisla Krakow.