Stjórnarflokkarnir fara at broyta vallógina fyri at tryggja donsk valstríð móti ávirkan frá valdsmiklum útlendingum.
Tað sigur formaðurin hjá Moderatunum á Fólkatingi og framsøgumaður í uttanríkismálum, Henrik Frandsen.
Fráboðanin kemur eftir at miljarderurin Elon Musk seinastu tíðina hevur havt vaksandi áhuga fyri evropeiskum politikki.
Henrik Frandsen viðgongur fyri TV 2, at tað kann ikki forðast fyri, at onkur sum Elon Musk roynir at blanda seg uppí danskan innanríkispolitikk.
- Men eg haldi eisini, at vit áttu at hugt at vallógini í Danmark og um vit kunnu taka ímóti útlendskum stuðli til donsk valstríð. - Vit halda ikki, at vit skulu góðtaka tað, sigur hann við TV 2.
Lars Christian Lilleholt, formaður hjá Vinstra á tingi, og formaður Javaðarfloksins á tingi, Leif Lahn Jensen, eru eisini samdir um, at hyggjast skal eftir vallógini.
Sambært Lars Chr. Lilleholt Vinstri klárur at seta forboð, sum Moderatu leggja upp til.
Javnaðarflokkurin vil hyggja nærri at, um Danmark kann gera meira fyri at fyrireika seg móti útlendskari ávirkan á veljarar gjøgnum sosialar miðlar og og gjøgnum ólógligan fíggjarligan stuðul, sigur Leif Lahn Jensen í skrivligum svari til TV 2.
Tøknimiljarderurin Elon Musk hevur seinastu tíðina blandað seg uppí serliga týskan politikk. Millum annað við at eggja týskum veljarum at atkvøða fyri høgravenda tjóðskaparflokkinum Alternative für Deutschland (AfD).
Musk hevur eisini havt grein í týska blaðnum Die Welt og gjørt eina stóra samrøðu við leiðaran í AfD, Alice Weidel.
/Ritzau/