Í samband við, at Læknamiðstøðin í Gøtudali verður tikin í nýtslu, verður almenn móttøka fríggjadagin, hin 11 apríl klokkan 15.
- Her eru komin ein uppíbygging, umframt at hitaskipanin er endurnýggjð. Nýggja skipanin skal veita hita til bæði tann nýggja og gamla bygningin.
Hetta siga tey í Eysturkommunu í dag.
- Eisini hevur eitt ávíst arbeiði verið av nýggjari ventilatiónsskipan og sambindingini av bygningunum.
Í samband við, at arbeiðið nú er liðugt, bjóðar Eysturkommuna til móttøku fríggjadagin - við ábiti og drekka, og øll eru hjartaliga vælkomin.