Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur júst hildið røðu í Løgtinginum, sum viðger uppskotið um sammøður – um javnrætt til samkyndar mammur.
Hon segði m. a., at hon hevur áður atkvøtt ímóti síni sannføring, og tað vil hon treyðugt gera aftur, tí tað snýr seg um mannarættindi.
Um so er, at Annika Olsen fer at atkøvða ja, so verður málið helst samtykt.
Men hon sigur, at málið má loysast nú einferð med alla – og at hon hevur uttan eydnu roynt at loyst málið í samgonguni.
Men hon tosaði eisini um etisku tvístøðuna, hon er í, at skulu slíta samgonguna.
Hon segði eisini, at nógv fór at standa á undir tingfundinum í dag, áðrenn endaliga støðan verður tikin.
– Um nakar dugur er í samgonguni, so loysti hon málið sjálv. Tað kann ikki vera rætt, at eg sum vanligur indiánari má út á markina at finna eina loysan. Hetta er ikki í lagi, hetta átti at verið loyst í samgonguni. Men man hevur valt ikki at gera tað, hóast eg legði eina loysn fyri tey í morgun, segði hon.
Og Annika Olsen helt fram:
– Hetta málið kloyvir okkum. Hetta er eitt ómetaliga trupult mál. Man kundi saktans havt viðrgjørt tað meira virðiliga, enn man hevur hevur gjørt, segði Annika Olsen.