– Eg haldi, at hetta er eitt tað mest spennandi tíðarskeiðið í føroyskari politiskari søgu. Hetta er løtan til semju, hetta er løtan at standa saman, hetta er ein møguleiki, sum møguliga ikki kemur aftur í bræði.
Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, maðurin, ið sum løgmaður í 2012 í ólavsøkurøðuni almannakunngjørdi dreymin hjá sær um ein ríkjafelagsskap millum Føroyar, Danmark og Grønland. Tá segði hann soleiðis:
»Tað verður neyðugt at skipa okkara ríkisfelagsskap av nýggjum. Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum.
Mín framtíðarmynd er, at vit sum fólk finna saman um eina nýggja skipan, sum sameinir heldur enn spjaðir okkum.«
Hesi orðini hjá Kaj Leo Holm Johannesen, táverandi løgmanni, fullu ikki í góða jørð millum sambandsfólk. Johan Dahl, sum tá var næstformaður í Sambandsflokkinum, sendi út tíðindaskriv, har hann tók frá støðu frá orðunum hjá løgmanni. Bárður á Steig Nielsen, tingmaður tók eisini frástøðu frá orðunum hjá løgmanni:
– Kaj Leo tók meg til síðis klokkan 12.51 ólavsøkudag og vísti mær á hasar reglurnar í løgmansrøðuni. Eg veit ikki meira enn tað, segði hann við Sosialin.
Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi forkvinna í Sambandsflokkinum, eins og Edmund Joensen, sum beinleiðis bað Kaj Leo Holm Johannesen leggja frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum.
Men nógv er broytt hesi góðu 12 árini síðani hesi orðini hjá sambandsløgmanni. Fríggjadagin sótu forfólkini í øllum flokkum á fundi hjá løgmanni, har semja tykist vera um, at nú skal okkurt henda. Og nógv bendir á, at tað er júst tað, sum Kaj Leo Holm Johannesen droymdir um. Eisini hevur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark sagt júst tað sama, fyrstu ferð í setanarrøðu síni á fólkatingi í oktober 2023.
Men hvat sigur Kaj Leo Holm Johannesen í dag um hesa umstríddu løgmansrøðuna.
– Eg hevði eina røðu, sum eg trúði uppá, og sum eg enn trúgvi uppá. Eg veit, at um politiskur vilji er, so er hettar gongda leiðin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
– Sum eg kenni forfólkini í politisku flokkunum, so vilja tey loysnir. Nú er tíðin at hesta, konstruktivt at standa saman og fáa allar altjóða limaskapir uppá pláss – og siga við okkara ungdóm, at í framtíðini umboða tit Merkið, sigur fyrrverandi løgmaður.
– Felagsskapir eru neyðugir í dagsins samfelag, serliga tá talan er um verju og trygd og handil, so eg eri spentur, og frá hjartanum ynski eg forfólkunum í øllum flokkum umboðandi Føroya fólk góðan og blíðan byr. Vit eru ávegis í eitt nýtt tíðarskeið, hvar vit standa saman og lyfta í felag, soleiðis eru vit sterk uttanríkispolitiskt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður.