Tá løgreglan um 13 tíðina í gjár gjørdi ferðmátingar í Kaldbaksbotni, vórðu tríggir bilar skrivaðir fyri brot á ferðslulógina. Tveir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 106 og 111 km um tíman. Hin misti koyrikortið treytað fyri at koyra 117 km um tíman.
Tá løgerglan mátarferðina á bilum, verður 3 km um tíman trekt av tí, sum tú verður revsaður fyri. Tað vil siga, at tann, sum í gjár varð máldur at koyra 111 km um tíman, verður revsaður fyri at koyra 108 km um tíman. Tað merkir í hesum føri, at hann fær klipp í koyrikortið í staðin fyri ein treytaða frádøming, sum 111 km um tíman annars hevði givið.
Vatkleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tað hevur verið eitt sindur av fólki í býnum í Havn í nátt, men at tað var stak friðarligt.
Men klokkan 4.30 fær løgreglan fráboðan um ein fullan mann, sum er við at sovna. Hann varð tikin við á støðina at sova rúsin út í brummuni, og varð so sleptur út í morgun.