Leygardagin 25. januar 2025 vóru trý tey seinastu umførini í grundspælinum í føroyameistarakappingini fyri lið leikt í Bridgehúsinum í Gundadali.
Úrslitini frá teimum trimum umførunum, sum leikt vórðu hetta vikuskiftið vóru hesi:
Umfar 7:
Ace Beo – Suðuroyar Bridgefelag |
9,45 – 10,55 |
Jóannes Mouritsen – Henriette Svenstrup |
18,63 – 1,37 |
Jassarnir – Byggitilfar |
0,00 – 20,00 |
Jet Jam – Símun Lassaberg |
2,94 – 17,06 |
Hallur Ellingsgaard – Rútar 7 |
8,41 – 11,59 |
Umfar 8:
Suðuroyar Bridgefelag – Rútar 7 |
0,83 – 19,17 |
Símun Lassaberg – Hallur Ellingsgaard |
18,23 – 1,77 |
Byggitilfar – Jet Jam |
19,65 – 0,35 |
Henriette Svenstrup – Jassarnir |
12,07 – 7,93 |
Aco Beo – Jóannes Mouritsen |
0,00 – 20,00 |
Umfar 9:
Jóannes Mouritsen – Suðuroyar Bridgefelag |
13,81 – 6,19 |
Jassarnir – Ace Beo |
19,86 – 0,14 |
Jet Jam – Henriette Svenstrup |
9,18 – 10,82 |
Hallur Ellingsgaard – Byggitilfar |
0,00 – 20,00 |
Rútar 7 – Símun Lassaberg |
15,11 – 4,89 |
Endaliga støðan eftir tey 9 umførini í grundspælinum gjørdist hendan:
1. Byggitilfar161,16 stig
2. Jóannes Mouritsen140,39 stig
3. Símun Lassaberg121,66stig
4. Rútar 7108,22 stig
5. Jassarnir 76,67 stig
6. Suðuroyar Bridgefelag 73,32 stig
7. Hallur Ellingsgaard 64,59 stig
8. Henriette Svenstrup 53,82 stig
9. Aco Beo 53,04 stig
10. Jet Jam 50,13 stig
Farið verður nú undir endaspælið, og greitt er at A-bólkurin og B-bólkurin vera mannaðir við hesum liðum:
A-bólkurin: Byggitilfar, Jóannes Mouritsen, Símun Lassaberg og Rútar 7.
B-bólkurin: Jassarnir, Suðuroyar Bridgefelag, Hallur Ellingsgaard, Henriette Svenstrup, Ace Beo og Jet Jam.
Liðini fáa sum kunnugt ¼ av teimum stigum, ið hesi hava fingið í innanhýsis dystunum móti liðunum, sum koma í sama bólk, við sær til endaspælið. Byrjunarstøðan í endaspælinum er sostatt hendan:
A-bólkurin:
1. Byggitilfar10,45 stig
2. Jóannes Mouritsen 9,27 stig
3. Rútar 7 5,19 stig
4. Símun Lassaberg 5,09 stig
B-bólkurin:
1. Jassarnir 14,94 stig
2. Suðuroyar Bridgefelag 14,65 stig
3. Hallur Ellingsgaard 13,51 stig
4. Henriette Svenstrup 11,82 stig
5. Jet Jam 10,81 stig
6. Ace Beo 10,05 stig
Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum 2 ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast 2 ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.
Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.
Fyrstu umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 22. februar 2025, og byrja verður sum vanligt kl. 12.00.
Komandi kapping á skránni hjá Føroya Bridgesambandi er FM-kappingin fyri kvinnur, sum verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali í vikuskiftinum 7-8. februar 2025.