Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur, at USA fær valdið á Grønlandi.
Tað sigur hann við tíðindafólk umborð á flogfarinum hjá forsetanum, Air Force One, sum er á veg úr Las Vegas til Miami.
Útsøgnirnar hjá Trump komu, tá ein journalistur á CNN spyr, um Trump fer at góðtaka, at Danmark avvísir eina sølu av Grønlandi. Tað sæst á einum ljóðbroti, sum miðilin Forbes hevur almannakunngjørt.
Eftir at hava kritiserað CNN sum fjølmiðil, sigur Trump:
- Eg trúgvi, at málið um Grønland verður avgreitt hjá okkum.
- Eg haldi, at vit fara at fáa tað, heldur hann fram og leggur afturat, at teir beint undir 57.000 íbúgvarnir í Grønlandi "vilja gjarna vera saman við okkum."
Trump sigur seg ikki vita "hvat krav Danmark hevur, men tað hevði verið ein sera óblíð gerð, um tey ikki loyvdu tí, tí tað snýr seg um at verja frælsa heimin."
##med2##
Trýst á pílin á myndini fyri at hoyra Donald Trump tosa um hundasleturnar hjá Danmark í Grønlandi
Tað snýr seg um at "verja heimsins frælsi", endurtekur hann og sigur, at tað eru kinesisk og russisk skip har, og at tað er ein "ring støða".
- Tað hevur einki við USA at gera, uttan tað, at vit eru tey, sum kunnu tryggja frælsi. Tað kunnu teir (Danmark, red.) ikki gera, sigur Trump.
- Teir settu tvær hundasletur har fyri tveimum vikum síðani, og teir hildu tað vera verja.
- Og veitst tú hvat? Fólkinum dámar ikki, hvussu Danmark hevur borið seg at. Og teimum dámar okkum, sigur amerikanski forsetin at enda.
Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri, vil ikki gera viðmerkingar til nýggjastu útsøgnirnar hjá Trump til Ekstra Blaðið.
Síðani Trump varð valdur til forseta í november, hevur hann víst sín áhuga fyri at yvirtaka Grønland. Hetta er ikki eitt nýtt hugskot frá forsetanum. Í sínum fyrsta forsetaskeiði segði hann seg gjarna vilja keypa Grønland.
Í síðstu viku tosaði hann í telefon við Mette Frederiksen í 45 minuttir. Sambært forsætisráðharranum var samrøðan millum tey bæði "beinleiðis", sigur hon við DR.
Forsætismálaráðið segði síðani:
- Í samrøðuni vísti forsætisráðharrin á útsagnirnar hjá landsstýrisformanninum Múte B. Egede um, at Grønland ikki er til sølu, og forsætisráðharrin hevur ført fram, at tað er upp til Grønland sjálvt at taka avgerð um sjálvstýri.
Stóri miðilin Financial Times, sum byggir á dulnevndar keldur, lýsti samrøðuna sum "sera ringa". Amerikanski forsetin verður í greinini lýstur sum "aggressivur og konfronterandi", eftir at ein søla varð vrakað.
Forsætismálaráðið hevur upplýst fyri fjølmiðlunum, at tað ikki kann viðurkenna "tulkingina" hjá keldunum av samrøðuni.
Múte B. Egede hevur sagt, at hann fegin vil arbeiða tættari saman við USA bæði viðvíkjandi verju og námuvinnu.
Eftir yæútsøgnirnar hjá Trump hevur danska stjórnin ætlað at gera íløgur í Arktis og brúka 15 milliardir krónur til endurvápning við nýggjari partsavtalu sambært verjuavtaluni.
Peningurin verður brúktur til fleiri skip, tvær dronur og tvey sletulið afturat til Sirius-patruljuna.
Flogvøllurin Kangerlussuaq í Grønlandi verður eisini dagførdur, so hann kann handfara F-35 stríðsflogfør.
Politiski leikvøllurin er nógv broyttur síðani 2019, ikki minst við innrásini hjá Russlandi í Ukraina fyri trimum árum síðani, sum hevur ført kríggj inn í Evropa.
Samstundis er arktiska økið - og harvið Grønland - vorðið eitt nógv meira sentralt øki í mun til trygd, har Russland, USA og Kina brynja seg.
USA hevur longu breiðar karmar fyri síni nærveru í Grønlandi sum úrslit av verjuavtaluni millum Danmark og USA frá 1951. Avtalan inniber, at USA, undir verjuni av NATO, skal hjálpa Danmark við verjuni av Grønlandi, og at USA hevur rætt til fría atgongd í øllum Grønlandi.
/Ritzau/