Champions League: Füchse Berlin vann fyrru fjórðingsfinaluni

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir vunnu seksmálssigur á útivølli

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin komu sera væl frá fyrru fjórðingsfinaluni í Champions League.

 

Á útivølli í Póllandi móti Kielce eydnaðist tað berlinarunum at vinna 33-27. Í fyrra hálvleiki var Kielce omaná, og var pólska liðið á odda 14-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki var Füchse Berlin greitt omaná, og vunnu teir seinna hálvleik 21-13.

 

Hákun fekk tveir málmøguleikar, men hann tók ikki av á hesum sinni. Italski Leo Prantner fekk tá møguleikan úti á høgra veinginum, og hann skoraði eitt mál upp á tveir málmøguleikar.

 

Komandi mikudag klokkan 17.45 verður seinna fjórðingsfinalan leikt í Max Schmelling høllini í Berlin. Áðrenn tað, sunnudagin klokkan 14 hevur Füchse Berlin heimadyst í bundesliguni móti Hamburg.