Í Havn koyrdi ein bil uttan koyrikort. Men tað var ikki nóg mikið at hann ikki hevði koyrikort, men hann hevði mist rættin at oyra bil og er fleiri ferðir tikin áður fyri tað, sum á politimálið verður nevnd »kørsel uden føreret«.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at talan er um persón, sum fleiri ferðir áður er tikin, og hvørja ferð løgreglan sær hann koyra, so verður hann tikin.
EIn annar bilførari í Havn varð tikin fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi bil og fær klipp í koyrikortið fyri tað.
Og í gjárkvøldið varð ein bilførari í Vági tikin fyri at koyra bil ávirkaður av rúsdrekka.
Og sum vit skrivaðu her á síðuni í gjár, so fór brandávaringin í nýggju høllini í Kaldbak í gongd. Fráboðan um tað kom klokkan 15.50, og alt liðið varð sent avstað.
– Tí betur var bara talan um ein tekniskan feil og eingin eldur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.