Í kvøld var seinasta umfarið leikt í grundspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Hallur Arason (myndin) skoraði sjey mál og var saman við Kristján Ottó Hjálmssyni toppskjútti hjá Afturelding, ið eisini er liðið hjá Sveini Olafssyni. Afturelding vann á útivølli 28-25 (15-15) á Gróttu.
Afturelding endaði á einum triðja plássi í grundspælinum. Tí skal Afturelding spæla fjórðingsfinalur móti nummar seks, ÍBV.
Bjarni í Selvindi skoraði trý mál og Allan Norðberg skoraði eitt mál, tá lið teirra, Valur tapti á heimavølli 33-35 fyri Haukum. Tað gekk serliga illa í hond í fyrra hálvleiki. Í steðginum vóru Haukar á odda 20-14.
Valur endaði á einum øðrum plássi í grundspælinum. Tí skal Valur spæla fjórðingsfinalur móti nummar sjey, ið er liðið hjá Jóhannes Bjørgvin, Stjarnan.
Jóhannes Bjørgvin skoraði trý mál, tá hann og liðfelagarnir í Stjörnuni vunnu á heimavølli 31-29 (18-16) á Fram.
Sostatt verður ein føroyingauppgerð í tí einu fjórðingsfinaluni í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Endaliga støðan í grundspælinum:
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | +/- | Stig |
1 | FH | 22 | 16 | 3 | 3 | 659:581 | 78 | 35 |
2 | Valur | 22 | 15 | 2 | 5 | 723:643 | 80 | 32 |
3 | Afturelding | 22 | 14 | 3 | 5 | 705:616 | 89 | 31 |
4 | Fram | 22 | 15 | 1 | 6 | 750:676 | 74 | 31 |
5 | Haukar | 22 | 12 | 3 | 7 | 699:615 | 84 | 27 |
6 | ÍBV | 22 | 9 | 5 | 8 | 683:686 | -3 | 23 |
7 | Stjarnan | 22 | 9 | 4 | 9 | 631:656 | -25 | 22 |
8 | HK | 22 | 7 | 2 | 13 | 639:663 | -24 | 16 |
9 | KA | 22 | 6 | 3 | 13 | 638:690 | -52 | 15 |
10 | ÍR | 22 | 5 | 3 | 14 | 682:781 | -99 | 13 |
11 | Grótta | 22 | 4 | 3 | 15 | 610:662 | -52 | 11 |
12 | Fjölnir | 22 | 4 | 0 | 18 | 575:725 | -150 | 8 |