Hesi eru tilnevnd virðisløn frá Norðurlandaráðnum

Úr Føroyum eru Elin á Rógvi og Silja Eystberg tilnevndar.

 

Her eru tilnevndu til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025:

 

Nógvu møguleikarnir við myndabókum, ungdómsskaldsøgum og teknifilmum eru væl umboðaðir í ársins tilnevndu til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins hesaferð.

 

Myndabøkur um kríggj og sakn, spælandi rímur og ramsur, humoristiskar og álvarsamar teknisøgur, ein bók um ADHD fyri fullum útblástri, eitt hús fult av loyndarmálum og ein túrur í einum gummibáti í einum heilt øðrum heimi eru bara nakrar av teimum mongu søgunum, vit møta millum ársins tilnevndu bøkur, skrivar Ráðharraráðið í tíðindaskrivi.

 

Danmark

 

Jeppe Sandholt: Ørn, tegneserie, 2024.

 

Molly Wittus: Wonga og rævene, 2024.

 

Finnland

 

Linda Bondestam: Chop Chop – en tapper jordbos berättelse 2024

 

Maria Vilja: Kesän ainoa kaunis päivä, 2024.

 

Føroyar

 

Elin á Rógvi og Silja Eystberg (ill.) Fornt, 2024

 

Grønland

 

Uilu Pedersen og Susanne Jensen (ill.) Pilu, 2024.

 

Island

 

Gunnar Helgason og Rán Flygenring (ill.): Bannað að drepa, 2023

 

Þórarinn Eldjárn og Þórarinn Már Baldursson (ill.): Dótarímur, 2024

 

Noreg

 

Bibi Fatima Musavi: Jenter som meg, 2024.

 

Kaia Dahle Nyhus: Det som finnes og det som er borte, 2024

 

Sámiska máløkið

 

Hanne-Sofie Suongir og Nina Marie Andersen (ill.) Emma Dilemma, 2023

 

Svøríki

 

Mats Jonsson: Stinas jojk, 2024.

 

Sara Lundberg: Ingen utom jag, 2024.

 

Áland

 

Liv Wentzel Neptunihusets hemlighet, 2024.

 

Vinnarin verður funnin 21. oktober.

 

Tey, sum eru tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins 2025, eru kunngjørd 21. oktober Í sambandi við, at Norðurlandaráðið hevur fund í Stokkhólmi 28. oktober, fær vinnarin "Nordlys" virðislønarstandmyndina á serligum virðislønarhandanarhátíðarhaldi.

 

Vinningurin er 300.000 danskar krónur.