Hesi liðini manna Deild C í Nations League í 2026

14 av 16 liðum í okkara deild eru staðfest

14 av 16 liðum sum manna okkara deild í Nations League, Deild C í 2026 eru staðfest.

 

26. og 30. mars í 2026 spæla ávikavist Lettland-Malta og Luksemborg-Gibraltar tveir Play Off dystir um hvør av teimum verður lið nummar 15 og 16 í Deild C.

 

Tey 14 liðini vit kunnu staðfesta vera í Deild C eru: FØROYAR, Ísland, Finnland, Estland, Kýpros, Kasakstan, Montenegro, Belarus, San Marino, Albania, Moldova, Armenia, Slovakia og Bulgaria.

 

Talan verður um fýra bólkar við fýra liðum. Føroyar koma at spæla seks dystir í september, oktober og november í 2026. Teir tríggir heimadystirnir hjá okkum vera leiktir í september og oktober í 2026. 

 

##med2##