Liðini hjá landsliðsmálverjanum, Rakul Wardum og landsliðsleikaranum, Jana Mittún høvdu torførar dystir í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing tóku í Green Sports Arena móti greiða oddaliðnum, Odense sum hevur fult stigatal í deildini.
Odense var á odda 24-18 í steðginum, men við m.ø. einum góðum avriki hjá Rakul eydnaðist tað at halda Odense niðri á 10 málum í seinna hálvleiki. Tað endaði við einum 34-30 sigri til Odense, so Ringkøbing vann seinna hálvleik 12-10.
Rakul bjargaði 37 prosent av málroyndunum. Millum bjargingarnar var ein brotskastsbjarging.
Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu á heimavølli í BIO CIRC Arena í Viborg 34-39 fyri verandi meistaraliðnum, Team Esbjerg, ið var á odda 18-15 í steðginum.
Jana skoraði fýra mál og legði upp til seks mál (assist). Harumframt vann hon liðnum eitt brotskast. Jana var sambært hagtølunum næstmest effektivi leikarin hjá Viborg.
EH Aalborg uttan Anniku F. Petersen, ið fer í barnsburðafarloyvi í næstum, og uttan Lív S. Poulsen tapti á útivølli 34-39 (16-20) fyri Ikast-Herning.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | Odense | 24 | 48 |
2 | Team Esbjerg | 24 | 42 |
3 | Ikast Herning | 24 | 42 |
4 | Nykøbing Falster | 23 | 29 |
5 | Keypmannahavn | 23 | 28 |
6 | Viborg | 24 | 28 |
7 | Sønderjyske | 23 | 23 |
8 | Horsens | 24 | 17 |
9 | Silkeborg-Voel | 24 | 16 |
10 | Ringkøbing | 24 | 14 |
11 | Bjerringbro | 23 | 13 |
12 | Aarhus | 24 | 12 |
13 | EH Aalborg | 24 | 10 |
14 | Skanderborg | 24 | 10 |