Russland og USA samráðast handan stongdar dyr

Amerikanskir og russiskir embætismenn fór í dag undir samráðingarnar í Saudi Arabia um millum annað vápnahvíld í Svartahavinum millum Russland og Ukraina.

Samráðingar eru á gistingarhúsinum Ritz-Carlton í Riyadh. - Mynd: Fayez Nureldine/Ritzau Scanpix

Tað siga tíðindastovan Reuters og statsliga russiska tíðindastovan Tass.

Sambært einum tíðindafólki hjá Tass, sum er til staðar í Riyadh, eru journalistar bidnir um at fara av hotel Ritz-Carlton, har samráðingarnar eru.

Amerikanska stjórnin hevur gjørt greitt, at endamálið er at fáa vápnahvíld í Svartahavinum og sum frá líður fulla vápnahvíld.

 

/Ritzau/

 

 

 

Samráðingar eru á gistingarhúsinum Ritz-Carlton í Riyadh. - Mynd: Fayez Nureldine/Ritzau Scanpix