Sävehof var fyri greiðum tapi í Helsingborg

Liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl kann í besta føri røkka einum fjórða plássi í grundspælinum

Seinnapartin spældu Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof næstseinasta dystin í grundspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli í dysti móti OV Helsingborg var Sävehof fyri 26-31 tapi. Í steðginum var Helsingborg frammanfyri 12-11.

 

Óli var við sjey málum toppskjútti hjá Sävehof. Hann legði eisini upp til eitt mál (assist).

 

Nú bert eitt umfar er eftir at leika í grundspælinum liggur Sävehof á einum sætta plássi við 28 stigum. 

 

Sävehof kann í besta føri røkka einum fjórða plássi í grundspælinum. Um Sävehof endar á einum sætta plássi, so skulu teir spæla fjórðingsfinalur móti liðnum, ið endar á triðja plássinum í grundspælinum. 

 

Fríggjakvøldið 20. mars spælir Sävehof seinasta dystin í grundspælinum. Tann dysturin verður á heimavølli í Partille. Tá kemur Hammarby á vitjan.