– Hóast einki er avgjørt enn í bólki 6 í EM-undankappingini hjá manslandsliðnum, fær HSF nógvar fyrispurningar um, hvussu atgongumerkjasølan fer at verða skipað, og hvussu nógv atgongumerki kunnu verða í føroyskan lut til innleiðandi dystirnar frá 16. til 20. januar, skrivar Hondbóltssambandið.
Hetta um okkara manslandslið skal luttaka í EM-endaspælinum í Oslo í januar 2026.
– Hondbóltssambandið hevur verið í sambandi við EHF og norska hondbóltssambandið og fingið ábendingar um, at ein stórur lutur av teimum á leið 8.500 atgongumerkjunum í Unity Arena, kunnu fella í føroyskan lut, skrivar Hondbóltssambandið.
Atgongumerkjasølan fer sum skilst at verða skipað á sama hátt sum til EM í Berlin, har Hondbóltssambandið fær eitt ávíst tal av atgongumerkjum at selja, ferðaskrivstovurnar fáa eitt ávíst tal av atgongumerkjum, og síðani verður eisini beinleiðis søla á heimasíðuni hjá EHF.
– Tað skuldi sostatt verið góður møguleiki hjá teimum flestu at ogna sær eitt atgongumerki til innleiðandi dystirnar, um Føroyar vinna seg víðari til EM-endaspælið hjá monnunum í Oslo.