Ungt Virki 2025 verður á Glasi í morgin

Tiltakið Ungt Virki verður fríggjadagin 28. mars í Atrium á Glasi.

Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar at læra, hvussu nýggjar vørur og tænastur mennast.

 

Í ár luttaka yvir 100 næmingar í 29 bólkum á tiltakinum, har kappast verður um besta hugskotið. Næmingar koma úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Glasi í Havn.

 

Ungt Virki er samstundis regionalt umfar í kappingini Company Programme. Vinnarin umboðar Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn í mai mánaði, har teir 42 bestu bólkarinir úr ríkinum fara at dystast um besta hugskotið.

 

Tiltakið Ungt Virki er eitt samstarv við m.a. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Vinnumálaráðið, Føroya Banka (høvuðsstuðul), Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, miðnámsskúlar og vinnulívið sum heild.

 

9 dómarar úr føroyska vinnulívinum fara at meta um hugskotini. Í dómdsnevndini eru:

 

    Sóley Hammer – Hugskotið (forkvinna)

    Marius Thomassen – Vinnuhúsið

    Eva Skeel Nolsø – Føroya Tele

    Rói Poulsen – Nema

    Rúna N. Rasmussen – Føroya Banki

    Áki Vang Poulsen – Magn

    Pætur Trónd – Hotel Hafnia og Hotel Brandan

    Súsanna Laursen – Hugskotið

    Elsa Poulsen – Føroya Banki

 

Skráin:

 

    08.00 – 09.15 Bólkarnir prýða básin hjá sær – Glasir bjóðar luttakarum morgunmat í kantinuni (ókeypis kaffi og frukt fæst allan dagin)

    09.15 – 09.25 Djóni Nolsøe Joensen, Landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, setir kappingina

    09.25 – 09.30 Kunning um kappingina og praktisk viðurskifti

    09.30 – 10.40 Dómarar vitja teir 29 básarnar á 3. hædd

    10.40 – 12.10 Framløgur hjá luttakandi bólkum (4 min. pr. bólk) – 15 bólkar í Atrium og 14 bólkar í stóra fyrilestrarsalinum (st. 105)

    12.10 – 12.40 Døgurðasteðgur – Glasir bjóðar luttakarum døgurða í kantinuni

    12.40 – 15.15 Framsýning: Bólkarnir sýna fram hugskotini hjá sær á básunum

    12.40 – 14.30 Samrøður við dómsnevndina (uml. 10 min. pr. bólk)

    14.30 – 15.15 Dómsnevndin metir um samlaðu avrikini hjá bólkunum – Tónleikaframførsla verður í Atrium

    15.15 – 15.25 Vinnarin verður funnin