Video: Landsverk umvælir skaða av áarlopum

Virkisdeildin hjá Landsverk arbeiðir nú við umvælingum orsakað av áarlopum kring landið.

Um ársskiftið var nógvur kavi, og 12. januar fór tað at regna illa. Áarføri var og fleiri áarlop vórðu skrásett. Tað krevur nógva tíð og arbeiðsorku at rudda.

 

Í februar 2022 var eitt stórt skriðulop á Elduvíkarvegnum og fylgjurnar síggjast enn í dag. Tað tekur leingi at bøta um vegirnar, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari.

 

##med2##