Várið er ein hugnalig tíð við skiftandi veðri. Stundum skínur sólin, og tað veður lýtt. Aðrar løtur er kalt, og kavi legst enn einaferð í fjøllunum.
Men, tá tú sært tjøldrini, og fyrstu lombini eru komin, er várið í hondum!
Páskaliljurnar eru vaknaðar úr vetrardvala og spretta. Tað er farið at næla aftur í jørðini, og nálirnar á trøunum gerast skjótt til bløð.
Á Facebook-vanganum - Koltur - er hugnalig dagføring, sum sigur okkum, at nú er lembingin nær.
- Í gjár, tá arbeitt var í kornakrinum hildu vit okkum hoyra okkurt jarma. Vit hugsaðu ikki so nógv um tað, tí hetta er nakað tíðiliga.
Men, tá tey so aftur dagin eftir hoyrdu jarm, fóru tey í Koltri at leita.
- Aftur í morgun hoyrdu vit eitt lamb jarma og fóru so at leita. Vit komu fram á hesa tvílembuna í góðveðrinum, verður sagt á vanganum, Koltur.
.