Føroyingarnir skutu 10 mál í heimasigri hjá Vali

Valur er nú fremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali høvdu í dag heimadyst á skránni í høllini á Hlíðarenda móti Gróttu.

Valur var í ringum skørum í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Grótta á odda 18-14.

Heimaliðið var tó sum hamskift í seinna hálvleiki, og eydnaðist tað Vali at vinna seinna hálvleik 15-8, og harvið dystin 29-26.

Føroyingarnir gjørdu sítt. Allan var við seks málum næstbesti málskjúttin hjá Vali. Bjarni skoraði fýra mál fyri heimaliðið.

Valur hevur tveir dystir eftir at leika í grundspælinum. 19. mars á útivølli móti HK í Kópavogi, og 26. mars á heimavølli móti Haukum. 

Støðan:

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Valur201424657:5837430
2FH191333566:4986829
3Afturelding191234614:5377727
4Fram191315640:5766427
5Haukar201127635:5538224
6ÍBV20857613:615-221
7Stjarnan19748537:564-2718
8HK197210553:558-516
9KA195311551:604-5313
10ÍR204313619:716-9711
11Grótta204214556:605-4910
12Fjölnir204016526:658-1328