Lyklasøga um at velja pávan

Frá Filmsfelagnum:

 

Mikudagin vísir Filmsfelagið nýggja og aktuella Oscarvirðislønta filmin, Conclave, um, hvussu leikur kann fara, tá pávin doyr.

 

Con clave er úr latíni og merkir við lykili. Í ensk-føroysku orðabókini hjá Sprotanum verður sagt um fremmandaorðið conclave, at tað í víðari merking kann vera loynifundur, men eisini ein kardinalsamkoma ið velur páva, og í tríða lagið kann vera rúmið, har pávavalið fer fram.

 

##med2##

Nýggi filmurin, sum týski leikstjórin Edward Berger (f.1970) leikstjórnar, grípur í hesar báðar seinnu týdningarnar. Søgan um pávavalið er søgd sum ein spennandi nøtrisøga, við undirliggjandi tónum, ið lættliga kunnu bendast til A boy from heaven (Tarik Saleh 2022), sum vit fyrr hava víst, og vísir maktstríðið millum sunnimuslimaskar leiðarar í somu støðu í Kairo.

 

Í nýggja filminum Conclave, sum í átta førum varð skotin upp at fáa Oscarvirðislønina, fáa vit innlit í gomul og loydarfull ritual, tá nýggjur pávi skal veljast. Eftir at elskaði og virdi pávin bráddliga er deyður, fær ein av kardinalunum, Lawrence (Ralph Fiennes), litið upp í hendur, at leiða loyniligu samkomuna. Men tá heimsins katólska kirkjumakt øll savnast á einum stongdum stað í Vatikaninum, varnast Lawrence kardinalur, at í teim heilagu hallum er hann eisini umgyrdur av samansvørjingum og einum loynidómi, ið tilsamans kunnu fáa grundvøllin í kirkjuni at skeiklast.

 

##med3##

 

Isabella Rossellini, sum føroyingar møttu í New York í fjør, hevur leiklutin sum systir Agnas. Hon er dóttir Ingrid Bergman og Roberto Rossellini, varð gift Martin Scorsese og helt eina tíð saman við David Lynch, ið andaðist fyri stuttum.

 

Conclave, sum tilsamans hevur fingið 86 altjóða filmsvirðislønir, vann Oscarvirðislønina fyri besta handrit.

 

Filmsfelagið 2/4 kl 20:00 Conclave (Edward Berger Bretland USA 2024 120 min)