Í kvøld spælir Sävehof fyrstu fjórðingsfinaluna

Karlskrona er mótstøðuliðið í fjórðingsfinalunum

Í kvøld klokkan 18 spæla Ísak Vedelsbøl, Óli Mittún og liðfelagarnir fyrstu fjórðingsfinaluna í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Sävehof sum endaði á fimta plássinum í grundspælinum møtir Karlskrona, ið endaði á fjórða plássinum.

 

Spælt verður best av fimm dystum. Um talan verður um fimm dystir fær Karlskrona tríggjar dystir á heimavølli.

 

Sävehof eru verandi meistarar, men teir hava ikki heilt somu styrki sum teir høvdu í undanfarna kappingarári.

 

Skráin:

 

Í kvøld klokkan 18: Karlskrona-Sävehof

 

Hósdagin 27. mars klokkan 18: Sävehof-Karlskrona

 

Mánadagin 31. mars klokkan 18: Karlskrona-Sävehof

 

(Hósdagin 3. apríl klokkan 18: Sävehof-Karlskrona)

 

(Leygardagin 5. apríl klokkan 15: Karlskrona-Sävehof)