Kekkia hevur eina stóra favorittstøðu móti Føroyum

Her eru oddsini upp á HM-undankappingardystin Kekkia-Føroyar

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska manslandsliðið í fótbólti fyrsta dystin í hesari HM-undankappingini. 

 

Dysturin verður á útivølli móti Kekkia.

 

Kekkia er stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á kekkiskan heimasigur liggja millum 1,08 og 1,12.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 7,50 og 10,50. 

 

Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 19,00 og 29,00. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##