Tað skrivar kongshúsið í tíðindaskrivi.
Í sambandi við, at vaktarskifti verður klokkan 12, verður ein lítil føðingardagskonsert framførd av Den Kongelige Livgardes Musikkorps í Innara Slotsgarðinum.
- Margretha drotning, kongshjúnini og fleiri limir í kongsfamiljuni vera til konsertina á høvuðstrappuni á slottinum, skrivar kongshúsið í tíðindaskrivinum.
Frá klokkan 11:45 eru borgarar bodnir at vera í slottsgarðinum við høvuðstrappuna at luttaka í hátíðarhaldinum av Margretu drotning, upplýsir Kongshúsið.
Restin av føðingardegnum verður hildin privat á norðursælendska slottinum, stendur í fráboðanini.
/ritzau/