Russarar millum deyð í kavbátavanlukkuni í Reyðahavinum

Ein kavbátur við russiskum, norskum og svenskum ferðafólkum er sokkin í Reyðahavinum út fyri egyptiska býnum Hurghada.

Á myndini sæst sjúkrahúsið í Hurghada, har nøkur av ofrunum í kavbátavanlukkuni liggja. - Mynd: Stringer/Reuters

Ein vanlukka hevur rakt vælumtókta egyptiska frítíðarstaðin Hurghada í eystara parti av Egyptalandi, har ein kavbátur við ferðafólkum er sokkin.

Tað var við fleiri enn 40 ferðafólkum, og seks av teimum eru deyð, skrivar tíðindastovan AFP, sum vísir á lokalar almennar miðlar.

Frammanundan hevur russiska konsulátið í Hurghada upplýst í einum uppslagi á Facebook, at øll ferðafólkini á kavbátinum vóru russar.

Hetta avsannar Amr Hanafy, guvernørur í økinum, sambært BBC.

Sambært Hanafy vóru fimm egyptar umborð, umframt ferðafólk úr India, Noregi og Svøríki, umframt russarar.

Guvernørurin váttar tó, at øll seks av teimum deyðu eru russiskir ríkisborgarar.

Russiska sendistovan í Kairo sigur við NBC, at tað er bert frætt, at fýra russar eru deyðir og at nógv sluppu óskadd frá vanlukkuni, sum fór fram umleið ein kilometur frá strondini.

Eingin dani var við í vanlukkuni. Tað sigur danska uttanríkisráðið í skrivligum svari til Ritzau.

Enn er ógreitt, hvat var orsøkin til, at kavbáturin sakk.

Sambært BBC eru 29 fólk bjargað óskadd. Harumframt eru níggju særd, harav fýra eru í lívsvanda.

Kavbáturin, sum eitur "Sindbad", hevur í fleiri ár flutt ferðafólk um Reyðahavið.

Sambært felagnum, sum rekur kavbátin, ger hann túrar møguligar niður á 25 metra dýpi.

Hurghada er kent fyri tey mongu korallrivini, sum liggja innan fyri stutta fjarstøðu frá býnum, og tað eru júst hesi korallrivini, sum tú kanst koma tætt uppá við "Sindbad".

Í november sakk seglbáturin "Sea Story" eisini út fyri Hurghada, og 11 fólk umborð doyðu.

/ritzau/ 

 

Á myndini sæst sjúkrahúsið í Hurghada, har nøkur av ofrunum í kavbátavanlukkuni liggja. - Mynd: Stringer/Reuters