Sävehof tapti aðru fjórðingsfinaluna

Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir mugu spæla minst fýra fjórðingsfinalur

Ísak Vedelsbøl, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld aðru fjórðingsfinaluna móti Karlskrona í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Fyrrakvøldið vann Sävehof á útivølli fyrstu fjórðingsfinaluna 28-22. Tí vóru vónirnar góðar undan aðru fjórðingsfinaluni á heimavølli í Partille.

 

Tað endaði við einum 36-30 sigri til Karlskrona. Í fyrra hálvleiki hilnaðist betur hjá Sävehof, og í steðginum var støðan javnleikur 16-16.

 

Óli skoraði fimm mál upp á átta málroyndir, og hann legði upp til fýra mál. Ísak skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir, og hann legði upp til eitt mál.

 

Støðan er sostatt 1-1 í fjórðingsfinaluuppgerðini. Spælt verður best av fimm dystum, og tí vera minst tvær uppgerðir aftrat.

 

Komandi mánakvøld klokkan 18 verður triðja fjórðingsfinalan spæld í Karlskrona.