Semja klokkan 11 – ella verður verkfall

Bíðað verður nú í spenningi til klokkan 11 at vita, um nýggjur sáttmáli verður undirskrivaðu fyri heilsuhjálparar – ella um tað verður verkfall.

Verður sáttmálin ikki undirskrivaður, so verður verkfall. Tað er greitt, tí á aðalfundi hjá Heilsuhjálparafelagnum leygardagin var samtykt við stórum meiriluta at geva nevndini heimild at fara í arbeiðssteðg, um sáttmálin ikki kemur upp á pláss.

Semingsroyndin hesaferð byrjaði gjáramorgunin. Og klokkan 23 í gjárkvøldið var semingsuppskot lagt fyri partarnar, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya skulu svara uppá klokkan 11 í morgun.

Sáttmálin hjá heilsuhjálparunum fór úr gildi 1. oktober í fjør, men higartil hevur verið arbeitt eftir gamla sáttmálanum. Sum vanligt er, so fáa starvsfólk síðani endurgoldið mistu hækkingina frá tí, at gamli sáttmálin fór úr gildi.