Nevndin í SEV, sum varð vald á eykaaðalfundi í dag hevur skipað seg við Haraldur Hammer, Sunda kommuna, sum formanni og Sylviu Thomsen sum næstforkvinnu.
Nevndin er soleiðis mannað:
Hans Kári Hansen (Sørvágs kommuna), Heðin Mortensen (Tórshavnar kommuna), Tórbjørn Jacobsen (Runavíkar kommuna), Sylvia Thomsen (Klaksvíkar kommuna), Winnie Kjærbo (Skopunar kommuna), Arni Teindal (Fámjins kommuna) og Haraldur Hammer (Sunda kommuna).
Sjey limir eru í nevndini: Vága, Streymoyar, Eysturoyar, Norðoya og Sandoyar sýslur eiga ein lim í part, og Suðuroyggin og Tórshavnar Kommuna hava hvør sín nevndarlim.
Nevndarlimir verða valdir við, at hvør limakommuna setir upp nøkur valevnir í sínum øki og atkvøðir um hesi.