Troels Lund Poulsen sigur Trump vera langt úti

Seinastu útsøgnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um tørvin hjá USA at yvirtaka Grønland, gagnast ikki væl hjá danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen

Danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen er ikki fegin um seinastu útsøgnirnar hjá Donald Trump um Grønland. Her sæst verjumálaráðharrin í gjár á tíðindafundi um loftverju á landi í Gadstrup.  - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Útsøgnirnar frá Trump eru "langt úti" og "ein duld hóttan", sigur Troels Lund Poulsen við TV 2. 

- Tað er ikki rættvíst, at amerikanski forsetin brúkar tann retorikkin, sigur Lund Poulsen.

Trump upplýsti í nátt okkara tíð, at USA fer so langt, sum landið metir neyðugt fyri at fáa Grønland. Trump greiddi ikki nærri frá, hvat hann serliga meinti við tí.

- Eg haldi, at vit fara so langt, sum vit skulu, segði hann, sambært Reuters.

/ritzau/ 