Ukraina sigur frá álopum á Mykolajiv við Svartahavið

Býurin er ein av teimum týdningarmestu við Svartahavið

Líkt er ikki til, at Russland heldur seg aftur við at leypa á økið kring Svartahavið, hóast ætlaða vápnahvíldin serliga skal fevna um hetta økið.

 

Í morgun vita myndugleikarnir í Ukraina at siga, at Russland í nátt leyp á ukrainska havnarbýin, Mykolajiv.

 

Tað er Reuters, sum skrivar um álopið á býin, sum er ein tann týdningarmesti við Svartahavið.

 

Russiska álopið kemur dagin eftir, at Russland og Ukraina samdust um at steðga álopunum við Svartahavið.

 

Semja hevur tó ikki verið um, nær avtalan, sum USA hevur gingið á odda fyri at fáa upp á pláss, skal koma í gildi.

 

Lesið eisini: Kreml lýgur - https://www.in.fo/news-detail/zelenskyj-kreml-lygur