Myndin er frá einum russiskum álopi á ukrainska býin Sumy, men myndin er ikki frá álopinum í dag

28 fólk særd í ukrainskum býi

- Russiska rakettin rakti eitt íbúðarøki og undirstøðukervið í økinum, sigur borgarstjórin í ukrainska býnum, Sumy

Myndin er frá einum russiskum álopi á ukrainska býin Sumy, men myndin er ikki frá álopinum í dag

Borgarstjórin í ukrainska býnum, Sumy, sigur, at í minsta lagi 28 fólk eru særd í einum russiskum rakettálopi í dag.

- Tað var ein russisk rakett, sum rakti býin fyrr í dag, veit ukrainska ávísin, Kyiv Independent, at siga.

Borgarstjórin sigur, at rakettin rakti eitt íbúðarøki og undirstøðukervið í økinum, og fleiri fólk fingu løstir.

Um dagarnar samráðast Ukraina og USA í Saudi Arabia um, hvussu ein møgulig vápnahvíld kann skrúvast saman.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, væntar, at tað verður neyðugt at trýsta russar til at steðga krígnum.

Dagføring: 

Vit kunnu leggja aftrat, at sum dagurin í gjár leið, nærkaðist talið av løstaðum eftir russiska álopið teimum 100.

Her sæst, hvar Sumy-regiónin í Ukraina liggur - uppat markinum til Russlands

Myndin er frá einum russiskum álopi á ukrainska býin Sumy, men myndin er ikki frá álopinum í dag

Her sæst, hvar Sumy-regiónin í Ukraina liggur - uppat markinum til Russlands