Norska reiðaríið, Bluewild í Ålesund, yvirtók mikudagin nýbygda verksmiðjutrolaran, Ecofive, sum skipasmiðjan Westcon Yards í Ølensvåg hevur bygt.
Nú skulu skip og manning gerast klár til fiskiskap, áðrenn farið verður avstað.
Kystmagasinet hevði eitt prát við umsitingarleiðaran í Bluewild, Frank Myklebust, um, hvat er eftir at gera, áðrenn skipið kann loysa til fiskiskap.
- Ætlanin er at brúka mars og apríl til at fáa útgerð umborð og venja manningina til skipið, eins og skip og útbúnaður skulu royndarkoyrast.
Umsitingarleiðarin sigur, at manningin skal upplærast í at brúka nýggju framleiðslutøknina.
Ecofive verður heimahoyrandi í Ålesund, og tað verður haðani, at skipið verður rikið.
- Tá alt er komið upp á pláss og allar skipanir, sum eru knýttar at veiði og framleiðslu eru royndar, verður kósin sett móti Eysturgrønlandi, sigur Frank Myklebust.
Lesið eisini - https://www.kystmagasinet.no/bluwild-ecofive-fabrikktraler/bluewild-overtar-fabrikktraleren-ecofive/1901358
##med2##