Útflutningsvirðið av svartkalva minkaði í 2024 við 11,4 prosentum, har nøgdirnar minkaðu við 17,1 prosenti, og kiloprísurin lækkaði við 7 prosentum. Hetta vísa fyribilstøl hjá Grønlands Statistik

Fiskaútflutningur í Grønlandi minkaði hálva milliard

Sambært tølum hjá Grønlands Statistik minkaði virðið av grønlendska útflutninginum í 2024 við 10,3 prosentum í mun til árið fyri

Útflutningsvirðið av svartkalva minkaði í 2024 við 11,4 prosentum, har nøgdirnar minkaðu við 17,1 prosenti, og kiloprísurin lækkaði við 7 prosentum. Hetta vísa fyribilstøl hjá Grønlands Statistik

Fyribilstøl yvir grønlendska fiskaútflutningin í 2024 vísa, at útflutningurin í krónum og oyrum verður umleið eina hálva milliard minni enn árið fyri.

 

Tað vísa tøl hjá Grønlands Statistik, sum fevna um útflutningin av fiski og skeljadjórum.

 

Sambært tølunum minkaði virðið av grønlendska útflutninginum í 2024 við 10,3 prosentum í mun til árið fyri.

 

Útflutningsvirðið í 2024 var á 4.739 milliónir krónur, sum er 541 milliónir krónur minni enn árið fyri.

 

Uppgerðin hjá Grønlands Statistik fevnir um týdningarmiklastu fiskasløgini og skeljar.

 

Sermitsiaq, sum hevur hugt eftir tølunum, veit at siga, at útflutningsvirðið av rækjum minkaði við 11,4 prosentum, sum er ein minking á 311 milliónir.

 

Nøgdirnar av rækjum minkaðu við 8,0 prosentum, og prísirnir lækkaðu við 3,7 prosentum.

 

Útflutningsvirðið av svartkalva minkaði við 11,4 prosentum, har nøgdirnar minkaðu við 17,1 prosenti, og kiloprísurin vaks við 7 prosentum.

Virðið av toski minkaði við tilsamans 7,9 prosentum. Nøgdirnar minkaðu 0,9 prosent, og kiloprísurin minkaði við 7,0 prosentum.

Útflutningsvirðið av krabba minkaði við 2,6 prosentum. Nøgdirnar minkaðu við 6,3, og kiloprísurin vaks við 4 prosentum.

 

##med2##


 

 

Útflutningsvirðið av svartkalva minkaði í 2024 við 11,4 prosentum, har nøgdirnar minkaðu við 17,1 prosenti, og kiloprísurin lækkaði við 7 prosentum. Hetta vísa fyribilstøl hjá Grønlands Statistik

Stabbarnir hjá Grønlands Statistik vísa útflutningsvirðið, januar til desember, árini 2019 til 2024