Sørvágs kommuna skrivar, at umboð fyri felagið Sjósavn og mentanarhús í Vágum saman við Sørvágs kommunu, fara at hava eina framløgu av verkætlanini, so fólk verða kunnaði um endamálið við húsinum og hvussu vit í Vágum kunnu gagnnýta hesar møguleikar.
Á fundinum verður møguligt at fáa spurningar um verkætlanina svaraðar.
Eisini verður høvi hjá einum og hvørjum at koma við í verkætlanina og vera við í felagsskapinum at ríka um okkara mentanarlív í Vágum.