Landsstýrismaðurin vitjaði Mentanargrunn Landsins

Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, var í vikuni á vitjan hjá Mentanagrunni Landsins. Hedvig Westerlund-Kapnas, greiddi frá virkseminum á stovninum

Millum annað vísti hon á, at milliónin, sum er komin afturat til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari til børn og ung, longu partvíst er komin í nýtslu. Henda játtan kann eitt nú brúkast til framleiðslu av tónleikatilfari og øðrum mentanarligum tilfari, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi, hetta skrivar Almanna- og mentamálaráðið. 

 

Fyri at tryggja armslongdarmeginregluna, er stuðulin til film fluttur til Mentanargrunnin at umsita frá 1. januar 2025. Mentanargrunnurin tekur avgerð um filmsstuðul eftir tilmæli frá tveimum ráðgevum, sum Felagið Føroysk Filmsfólk og Filmshúsið hava tilmælt. Á fíggjarlógini fyri 2025 eru 4,6 mió. kr. oyramerktar til filmsstuðul. Við nýggju kunngerðini er nú møguligt at søkja um filmsstuðul fýra ferðir um árið, ístaðin fyri tvær ferðir.

 

Mentanargrunnurin sjálvur er við breiðari undirtøku styrktur nakað á fíggjarlógini, og stovnurin hevur eisini tikið eina nýggja fakskipanin í nýtslu, sum sær út til at rigga væl, tá ið søkt verður um stuðul. 

 

Forkvinnan fegnaðist eisini um, at tað loksins er eydnast at útvega teimum, ið fáa starvslønir og listafólkalønir, 15% í eftirløn. Hetta er fyrstu ferð, at listafólk fáa eftirløn.

 

Hedvig vísti landsstýrismanninum runt í húsunum á Lützenstrøð, og landsstýrismaðurin segði seg fegnast um góða samstarvið við Mentanargrunn Landsins, og hann hevði stóra virðing fyri ta stóra arbeiði, ið grunnurin ger fyri føroyskt mentanarlív.

 

Nevndin fyri Mentanargrunnin er nýliga sett. Setanarskeiðið er frá 1.1.2025 til 31.12.2028. 

Mentanargrunnurin verður stjórnaður av nevnd við fimm limum og fimm varalimum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir. Tveir nevndarlimir og tveir varalimir skulu tilnevnast eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya.