Hann lærdi skrivstovuyrkið á Føroya Bjór árini 1967-1970, men hugurin stóð ikki til tað. Eftir lærutíðina arbeiddi hann á Kósavirkinum í eitt ár, har hann trillaði salt við børu og landaði; eftir tað koyrdi hann eitt skifti lastbil fyri Karl Justesen, áðrenn hann endaði aftur hjá Føroya Bjór - hesa ferð ikki við bíleggingum og bókingum men saman við fløskunum, bæði inni á virkinum og í Føroya Bjór-bilinum.
Manna munnu tey flestu seta í samband við bilar og koyring. Áhugin fyri hesum stavar helst fyri stóran part frá virkseminum hjá pápabeiggja okkara, sum hevði bilstøðina AUTO, har Manni átti mangt sporið sum drongur og unglingi. So skjótt hann hevði aldur at fáa hýruvognskoyrt, fór hann at koyra hýruvogn - íðin og ikki minst populerur millum ungar línumenn, ið kundu koyra í tímavís um alt veganetið í Norðoyggjum og eisini av oynni, um tað so var til Havnar ella vestur í Vágar - alt meðan Charlie Pride og onnur rungaðu úr kraftblokkinum.
Tað var forrestin á einum hýruvognstúri, at ein kundi visti at siga Manna, at hann mundi blivið sjómaður - tað visti Manni bara ikki av, tí pápi okkara ikki vildi fortelja honum um kjansin við Skálabergi, sum stóð honum í boði …
Og so veit Manni alt um bilasøgu - bilmodell gjøgnum tíðirnar og ikki um at tala bilasøguna í Klaksvík, har hann veit hvørja detalju, tá ið tað kemur bilasløg, árgangir, nummarplátur, eigarar osfr. Í nýggjari tíð man hann vera best kendur sum koyrilærari, bæði til vanligan bil og stóran bil o.a., og tað eru hundraðtalsnæmingar, sum hann hevur undirvíst og innstillað til roynd millum ár og dag. Seinnu árini hevur hann fyri tað mesta koyrt buss.
Frá barnsbeini hevur hann spælt fótbólt, og spældi við bæði dreingjaliðnum og unglingaliðnum hjá KÍ sum málmaður. Í 1968 gjørdist unglingaliðið føroyameistari við málúrtøkuni 29-1. Tá ið einasta málið varð skorað ímóti KÍ - uppá brotsspark - stóð hann ikki í málinum. KÍ mótmælti brotssparksdømingini, so Manni stóð við síðuna av málinum, meðan bólturin varð trillaður frá 11-metrablettinum í tóma málið …!
Manni var partur av tí hópinum, sum var við til at manna 66-liðið, og spældi seinni í fleiri umførum við besta liðnum, fleiri ár á næstbesta á liðnum, eitt nú á liðnum, sum varð føroyameistari í 1972. Faroesoccer veit at siga, at hann var 47 ára gamal, tá ið hann spældi seinasta dystin - í 1997 í triðbestudeildini ímóti Skála.
Manni hevur verið venjari hjá besta liðnum, men í venjaraleiklutinum var hann trúgvur í áravís sum ungdómsvenjari, har hann umframt tað fótbóltsliga var tiltikin fyri at samansjóða liðini, ikki minst við at fáa foreldrini at vera við til at fyriskipa sosiala partin. Seinastu árini hevur hann verið vaktarmaður, tá ið KÍ spælir heimadyst. Fyri trimum árum síðani varð Manni fult uppiborið heiðraður á ársveitsluni hjá KÍ fyri trúgva tænastu fyri felagið.
Trúliga hevur hann skipað fyri, at hansara klassafelagar í barnaskúlanum koma saman, umleið fimta hvørt ár tey seinastu nógvu árini. Jú, hann er íverkseti á so mongum økjum. Eitt stutt skifti búðu Manni og Guri á Viðareiði. Manni fall skjótt til, og tað var eisini hann, sum tók stig til at gera Viðareiðis-liðið hjá KÍ. Tað fekk stóra undirtøku á Viðareiði.
Tá ið Manni ikki situr við eitt bilróður, so styttir hann sær stundir við at ganga, at hyggja eftir Manchester United og við at poppa saman við øðrum tilkomnum í Klaksvík. Hetta við poppa er fyri hann eitt afturhvarv til tíðina á AUTO, har bilførararnir poppaðu inni á støðini millum túrar.
Manni hevur altíð verið hollur stuðul hjá børnunum. Nú samgleðist hann við teimum um síni abbabørn, sum hann gongur høgt uppí - og ikki minst man tað gleða hann, at dóttirin Maibritt við makanum Martini og lítla Jákupi hava sett búgv í Klaksvík, har Julianna og børn hennara búgva frammanundan.
Manni er tann einasti av okkum brøðrum, sum býr í Klaksvík. Hann og Guri búgva á Biskupstorgi, har hurðin altíð er opin og blíðskapurin stórur - eitt rend inn til teirra er at kalla fastur táttur, tá ið KÍ spælir á heimavølli. Somuleiðis hava vit havt nógvar góðar løtur á árligu brøðrasamkomuni, sum vit kalla tað tað, tá ið vit brøðir koma saman ein langan leygardag - antin hjá einum okkara ella í summarhúsum á bygd. Manni er tá mesti ákoyrarin, tá ið tað kemur til at syngja felagssang av tí góða, gamla schlagara-slagnum.
Góði stóribeiggi, hjartaliga til lukku við trífjórðingsøldini, takk fyri mangar góðar løtur - bestu ynski til tykkum bæði og tíni øll!
Vit brøðurnir